Proppur í á Hjalla

2017-03-29 09:54 Author image
Sigmund Vang

Ruskgoymslan á Hjalla er full, og tí er Endurnýtslan stongd í dag, mikudagin, og í morgin, hósdagin. Taå upplýsir Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.
Kranin, sum fekk skaða í eldsbruna herfyri, er umvældur, so tað er ikki trupulleikin. Men so nógv rusk kemur inn nú, sum hevur hópað seg upp seinastu vikurnar, og tí ber ikki til at arbeiða alt hetta samstundis, sigur kommunan. 
Eftir ætlan er Endurnýtslan opin aftur fríggjadagin 31. mars kl.10.

placeholder

Meira langlesnaður