Hjalti Gunnarstein landsapotekari

Mynd: himr.fo

Hjalti Gunnarstein landsapotekari

2017-05-10 13:16 Author image
Dimma

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur í dag sett Hjalta Sofus Gunnarstein í starv sum landsapotekara. Tað upplýsir Heilsu- og innlendismálaráðið á heimasíðu síni.

Hjalti er 55 ára gamal og útbúgving cand.pharm. í 1990. Hjalti hevur drúgvar royndir sum farmaceutur, deildarleiðari og apotekari í føroyska Apoteksverkinum, har hann millum annað hevur starvast sum deildarleiðari í eitt 12 ára skeið og seinastu 10 árini sum apotekari á ávikavist Eysturoyar Apoteki og Tjaldurs Apoteki.

Harumframt hevur Hjalti starvast sum farmaceutur og varaleiðari á donskum apoteki. Hjalti hevur eisini verið virkandi landsapotekari fyrst í 2011 og hevur aftur verið virkandi landsapotekari síðani desember 2016.

Hjalti S. Gunnarstein byrjar í starvinum 1. juni 2017.

Meira langlesnaður