Hjørtu kunnu brotna í øllum aldri

Hjørtu kunnu brotna í øllum aldri

2017-07-09 12:49 Author image
Simona Midjord

Hon sat í einum jakka, sum mamman ikki kendist við, tá hon kom eftir henni hjá vinkonuni.
“Hey mamma! Hetta er jakkin hjá Nils, eg mátti læna hann, tí eg var so køld”, segði hon brosandi og gekk niðan til bilin.
“Ná, hava tit verið har og vitjað í kvøld?”
“Ja, vit vóru og góvu seyðinum. Og tey hava eisini fingið eitt fyl.”
“Javel, tað ljóðar spennandi. Vit mugu minnast til at geva Nils jakkan aftur í morgin, í barnagarðinum.”
“Ja... Nils er forelskaður uppi í Annu. Tað segði hann í barnagarðinum í dag. Tí hon er so stuttlig.”
Mamman leit í spegilin og sá varrarnar á dóttrini darra.
“Eg fór at gráta.”
“Áh nei. Tað er tað ringasta í verðini. At vera forelskað í onkrum sum ikki elskar ein aftur.”
Tøgn.
“Men eg eri bara forlovað við honum, sjálvt um hann ikki er forlovaður uppi í mær”, svaraði hon treisk á málinum.
“Men hvussu riggar tað?”
“Tað veit eg ikki, men tað eri eg bara, tað kann hann ikki bestemma. Kanst tú spyrja mammuna hjá honum, um eg kann spæla við hann í morgin?”
“Heldur tú tað er so smart. Hann rennur altíð undan tær, hann tímir ikki ordiliga, vænti eg.”
“Jamen, eg spæli slett ikki mussipikk longur.”
“Ná hava tit gjørt tað í barnagarðinum?”
“Ja, genturnar hava mussað dreingirnar, men teir hava runnið undan og eru blivnir illir. Nils skumpaði meg, tá eg royndi at mussa hann.”
“Jamen also, tú mást lata hann fáa frið, viss hann ikki tímir. Tað nyttar onki at mussa onkran, sum ikki vil mussast.”
“Jú, soleiðis eru reglarnir, tað eigur man.”
“So heldur hann bara, at tú er mega strævin.”
Mamman var eitt sindur í villareiði. Hon hevði hoyrt dóttrina nevnt hendan Nils fleiri ferðir fyrr. Einaferð hevði hon sagt, at hann var so fittur og hevði so pent hár. Ta ferðina hevði hon eisini sagt, at hann helt hana vera droyða og ongantíð tímdi at spæla við seg. Og at hann hevði tveitt sand í hárið á henni, sum var komið í eyguni, so at hon græt.
Løgið, hugsaði mamman. Løgið, at man ikki lærir av tí. Løgið, at man sum 6 ára gamal, sum 16 ella sum 26 ára gamal uppførir seg líka, tá man er forelskaður í einum, ið ikki skoytir um ein. 
Tað er vónin, sum birtir ein lítlan loga. Kanska tímir hann at hyggja uppá meg í dag. Kanska fer hann at flenna eftir tí sum eg sigi, bara einaferð. Man neyðheldur sær í einum strái og tekur øll vápn í brúk. Sjálvt um tað er skitið, sjálvt um tað ikki heldur í longdini. Alt fyri at hava hann hjá sær bara eitt sindur. 
Kærleikin kennir ikki aldur og ikki mark, tað passar í fleiri førum, bæði í mun til aldur ímillum menniskju, sum tey bæði Emmanuel og Brigitte Macron, men eisini kærleikin rakar hart fyrstu ferð, eitt nú tá man er 6 ár.

placeholder

Meira langlesnaður