78 hjúnarskilnaðir í fjør

2016-08-14 15:55 Author image
Sigmund Vang

Onkumtíð hoyrir tú fólk siga, at Føroyar ikki eru nógv aftanfyri, tá tosað verður um hagtøl fyri hjúnarskilnað í okkara grannalondum. Men soleiðis er ikki. Føroyar eru í veruleikanum væl aftanfyri, serliga tá samanborið verður við Danmark.

Í 2015 vóru 195 kirkjuligar vígslur í Føroyum og 73 borgarligar. Hetta árið vóru 78 hjúnarskilnaðir. Tað merkir, at tað vóru 34 prosent hjúnarskilnaðir samanborið við vígslur. Í fjør vóru runt roknað 29.000 vígslur í Danmark og 16.000 hjúnarskilnaðir. Tað gevur 45 prosent.

Fara vit eitt sindur aftur í tíðina, so hevur talið á hjúnarskilnaðum ligið frá 50 og eitt sindur upp eftir síðani 1990, sum er elsta árið í hagtalsgrunninum. Í 1990 vóru 201 pør vígd í Føroyum, meðan 57 fóru hvør til sítt. Í 2000 vóru 257 vígslur og 52 hjúnarskilnaðir.


Kelda: Hagtalsgrunnurin

  

Meira langlesnaður