Høllin klár í summar

Mynd: torshavn.fo

Høllin klár í summar

2017-05-21 10:53 Author image
Dimma

Á várið í 2016 var farið undir at byggja ítróttarhøllina í Skúlanum á Argjahamri út til stødd sum full ítróttahøll og sum harumframt kemur at hava eini 200 áskoðarapláss. Høllin er ætlað til virksemi hjá skúla, frítíðarskúla, hondbóltsfelanum ÍA, kurvabólti o.m.a. í frítíðar- og ítróttahøpi. Arbeiðið er nú komið so mikið áleiðis, at ætlandi verður verkætlanin liðug umleið um mánaðarskiftið juni/juli og kemur høllin at lætta munandi um vaksandi tørvin í kommununi, sigur Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni.

placeholder

Meira langlesnaður