Hópurin móti Kosovo úttikin

2016-05-17 12:29 Author image
Dimma

Viljormur Davidsen, Odmar Færø, Heni Vatnsdal og Finnur Justinussen hava fingið landsliðsboð hesaferð. Tað sæst á listanum, sum Fótbóltssambandið júst hevur almannakunngjørt.

Fríggjadagin 3. juni skal føroyska A-landsliðið við monnum á vøllin aftur, tá venjingardystur ímóti nýggjasta FIFA-limalandinum, Kosovo, er á skránni. Dysturin verður spældur í Frankfurt í Týsklandi.

Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið 20 spælarar til dystin. Og samanborið við venjingardystin ímóti Liktinstein, sum Føroyar spældu ímóti í mars mánað, og vunnu 3-2, eru Viljormur Davidsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal og Finnur Justinussen úttiknir hesaferð.

Teir 20, ið hava fingið landsliðsboð, eru hesir:

Gunnar Nielsen, FH Hafnarfjørður (ICE)

Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn
Tórður Thomsen, B36 Tórshavn

Jónas Tór Næs, B36 Tórshavn
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, Banks O’Dee (SCO)
Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Bárður J. Hansen, Víkingur

Gilli Rólantsson, AaB Ålborg (DEN)
Kaj Leo í Bartalsstovu, Dinamo Bukarest (ROM)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Róaldur Jakobsen, B36 Tórshavn
Hallur Hansson, Vendsyssel FF (DEN)
Barndur H. Olsen, Vendsyssel FF (DEN)
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DEN)
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík
Rene S. Joensen, Vendsyssel FF (DEN)

Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík
Finnur Justinussen, Fremad Amager (DEN)

Meira langlesnaður