Vágs kommuna við í Earth Hour 2017

2017-03-22 11:37 Author image
Sigmund Vang

Vágs kommuna verður partur av Earth Hour 2017 tiltakinum, sum WWF, World Wildlife Fund” skipar fyri á 10. ári í ár. Tað upplýsir kommunan í skrivi sent miðlunum.

Earth Hour er eitt afturvendandi tiltak, sum í 2017 verður hildið fyri 10. ferð. Milliónir av fólkum, fyritøkum, kommunum, bygdum og býum kring allan heim luttaka í Earth Hour tiltakinum við at sløkkja ljósið í 1 tíma, fyri á tann hátt at seta veðurlagið í brennidepilin.

Earth Hour er heimsin størsta veðurlags-tiltak og hevur Vágs kommuna eisini gjørt av at verða partur av Earth Hour 2017.

- Hóast vit eru ein lítil kommuna í heims høpi, so halda vit, at tað hevur týdning, at vit eisini taka ábyrgd og gera okkara til seta fokus á veðurlagsbroytingar, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

- Vit vilja, eins og milliónir av fólki kring Heimin, seta fokus á vit hava eina ábyrgd yvirfyri eftirkomarum okkara og skulu virða Jørðini í tí tíðarskeiðinum vit “hava hana til láns”. Í Vágs kommunu fara vit, eins og so nógv onnur støð kring Heimin, at sløkkja tey gøtuljósini, sum ráðiligt er at sløkkja. leygardagin 25. mars millum kl. 20.30 og 21.30, leggur hann afturat.

Vágs kommuna fer eisini saman við Páls Høll at skipa fyri tiltaki við “svimjing og friði”, har ljósini í Páls Høll verða sløkt og høllin upplýst av stearinljósum, meðan Petur Martin Johannesen fer at spæla klaver-tónar. Tiltakið er ókeypis!

- Vit fara eisini at heita á borgarar okkara um at vísa virðing fyri Jørðini og okkara eftirkomarum við at luttaka í átakinum og sløkkja tey ljós, sum ráðiligt er at sløkkja. Eisini fara vit at heita á stovnar og fyritøkur um at luttaka í tiltakinum og nýta høvið til at taka upp spurningin um orkunýtslu okkara, sigur Dennis Holm.

  

 

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður