Høvdavirkið sent 50 fólk til hús

2016-05-12 09:40 Author image
Sigmund Vang

Høvuðsmarknaðurin hjá Høvdavirkinum í Leirvík, Nigeria, er somikið illa fyri fíggjarliga, at keypiorkan nú er so lítil, at fólk har ikki hava ráð at keypa høvd úr Leirvík.

Avleiðingin av hesum er, at virkið seinastu mánaðirnar hevur slúsað nærum øll starvsfólkini út. Í løtuni arbeiða bert 10 fólk á virkinum. Um ársskiftið vóru tey 60.

Eirikur á Húsamørk, stjóri, sigur við Dimma.fo at lági oljuprísurin í Nigeria er høvuðsorsøkin til, at hesin fyrr so stóri marknaður, nú liggur fullkomiliga stillur. Nigeria er oljuframleiðandi - og oljuútflytandi land, og avleiðingin av lága oljuprísinum merkist nú veruliga.

- Tann prísur, sum fólk í Nigeria hava ráð til at gjalda fyri okkara vørur, liggur í løtuni undir framleiðslukostnaðinum hjá okkum, og tí er framleiðslan av hesum vørum steðgað, sigur Eirikur á Húsamørk.

Høvdavirkið hevur roynt at fingið rávøruna til Nigeria-framleiðslu sína so bíliga sum gjørligt, men marknaðarprísurin er somikið høgur – millum annað tí, at somu vørur verða seldar til minkafóður – at Høvdavirkið ikki klárar at vera við.

- Vit hava havt eitt sera gott samstarv við tey virkir, sum hava latið okkum rávørur, men eg kann ikki annað enn harmast um, at tað ikki ber til at framleiða eina matvøru til eitt av fátakastu londum í heiminum, tí eftirspurningurin eftir pelsi hjá teimum ríkastu er so stórur, sigur stjórin á Høvdavirkinum.

Tey fólk, sum eru eftir á Høvdavirkinum arbeiða í løtuni við at útbyggja lýsiverksmiðjuna, sum verður brúkt til framleiðslu av fóðuri til kelidjór. Millum annað skulu nú eisini hundakeks framleiðast. Eisini er eitt sindur av virksemi við at turka tara.

Eirikur á Húsamørk vónar at Nigeria-marknaðurin kemur afturíaftur seinni í ár, men fyribils verða altso eingi høvd turkað í Leirvík.

 

 

 

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður