Nøgdir við samstarvið

2016-05-12 16:29 Author image
Dimma

Fiskimálaráðharrarnir í Grønlandi og Føroyum hittust í Nuuk, har teir umrøddu fiskiveiðisemjuna millum londini og framtíðar menningarmøguleikar. Og teir báðir fegnast um víðkaða fiskivinnusamstarvið.

Í 2016 hava føroysk skip atgongd at fiska meira tosk og brosmu í Eysturgrønlandi samanborið við 2015. Grønlendsk skip hava eisini fingið atgongd at fiska meira svartkjaft og norðhavssild í føroyskum sjógvi samanborið við 2015.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur hitt starvsbróðurin Karl-Kristian Kruse á fundi í Grønlandi um dagarnar, har teir hava umrøtt fiskiveiðisemjuna millum Grønland og Føroyar, samstundis sum teir hava tosað um menningarmøguleikar og fiskivinnusamstarv millum londini frameftir.

Føroyar og Grønland hava síðan 1997 havt eina sínámillum fiskiveiðisemju, sum hevur havt við sær, at londini bæði kunnu býta um kvotur og sostatt betra um vinnumøguleikarnar í londunum báðum.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður