HOYMA fyri fimtu ferð

Mynd: MoMo

HOYMA fyri fimtu ferð

2017-11-03 12:45 Author image
Innsent

Leygardagin verður virðislønta tiltakið HOYMA hildið á fimta sinni. Høvuðsbulurin í tiltakinum, sjálvar konsertirnar, fara fram í tíggju ymiskum heimum í Norðragøtu og Syðrugøtu. Húsini liggja tætt so væl liggur fyri at ganga ímillum.

Tey sum framføra í ár eru Martin Joensen, Lena Andersen, Lyon, Son of Fortune (Benjamin), Kim Hansen, Elinborg, T.O.S., Sámal Ravnsfjall, Monika Stauss & Ólavur Jakobsen og Flemming Petersen.

Umframt HOYMA-konsertirnar er ymiskt annað á skránni í skúlanum við Gøtugjógv og í Tøting fyri bæði vaksin og børn.

Frá 9.30 bjóðar Eysturkommuna øllum borgarum og HOYMA-gestum til góðan morgunmat í skúlanum við Gøtugjógv. Eins og Rokokko, Hemmas, Hallbera, Sædis-glas og Mourentsa - hava sølutorg og kaffistovu í skúlanum.
Í skúlanum eru eisini tiltøk til børn - ítriv, tekni- og orðakrókur, og kl 15 er sangskriviverkstova við Siggu Vang og Dánjali á Neystabø. Aftaná er barnakonsert við Dánjali, har hann umframt kendar sangir frá Ævintýraferðini eisini fer at spæla okkurt við støði ella íblástri úr sangskriviverkstovuni.

Í skúlagarðinum er møguleiki at fara í pottar ella sauna ókeypis.

Og frá kl 17 hevur kórið Eystanljóð eina matstovu við 3-rættaðari matskrá í skúlanum.

Eftir konsertirnar er hugni og livandi tónleikur í Tøting, har Flemming og vinfólk spæla til kl 04 á morgni. 

Atgongumerki og meira kunning á gfestival.fo

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður