Hoyvíkssáttmálin verður endurskoðaður

2016-08-23 12:07 Author image
Dimma

- Hóast góða samstarvið millum londini er tíðin komin at endurskoða Hoyvíkssáttmálan.

Soleiðis ljóðar semjusøkjandi útsøgnin frá fundi millum uttanríkisráðharrarnar í Føroyum og Íslandi, sum var sunnudagin.

Talan var um árliga ráðharrafundurin í Hoyvíksráðnum, har uttanríkisráðharrarnir í Føroyum og Íslandi hittast at viðgera mál viðvíkjandi Hoyvíkssáttmálanum.  

Á fundinum vóru ráðharrarnir, Poul Michelsen og Lilju Alfreðsdóttir samd um, at hóast góða samstarvið millum londini, er tíðin komin at endurskoða Hoyvíkssáttmálan við atliti at, hvussu størri javnvág fæst í handilssamstarvið millum londini.

Avtalað varð, at embætisfólk úr londunum báðum fara undir at gjøgnumganga sáttmálan, nú 10 ár eru liðin síðan hann kom í gildi. Úrslitið av arbeiðinum skal verða ein felags frágreiðing, ið verður løgd fyri ráðharrarnar.

placeholder

Meira langlesnaður