HPV-koppseting elvir til høvuðbrýggj

2016-06-19 18:00 Author image
Dimma

- Eg skilji væl tær, sum ikki tora, tí tað er so øgiliga stórt fokus á trupulleikarnar, sum hava verið, sigur Katrin Kallsberg, serlækni í kvinnusjúkum.

Hon hevur fleiri ferðir svarað spurningum um, hvørt tað er rætt at HPV-koppseta ungar gentur fyri lívmóðurhálskrabba, tí so nógv er at hoyra um hjáárin. Kvinnulæknin heldur tó enn, at tað er rætt at koppseta.

- Tað er so ringt at siga, at tú skalt koppseta barnið, men man kann siga, at alt týðir uppá, at tað er trygt, sigur Katrin Kallsberg.

Í nýggjastu Dimmalætting er stórt tema um HPV-koppseting.

Har greiðir 19 ára gamla Sunniva Waag Dam frá, hvussu hon hevur merkt hjáárin frá koppsetingini. Hon skilir væl foreldur, ið vilja verja døtur sínar móti krabbameini við at koppseta tær, men hon vil ikki, at aðrar skulu enda í somu støðu sum hon.

Dagmar Clothier vil hinvegin mæla til, at gentur koppseta seg. Hon fekk sjálv lívmóðurhálskrabba í 2007.

- Við eini koppseting ber til at fyribyrgja, at tað verður hatta slagið av lívmóðurhálskrabba. Hetta við hjáárininum haldi eg, at eg sáldi eitt sindur frá, sigur Dagmar Clothier millum annað í drúgvu samrøðuni við hana í Dimmalætting.

Les nógv meira um HPV-koppsetingina í seinastu Dimmalætting.

  

 

placeholder

Meira langlesnaður