Føroysk foreldur venda HPV-koppseting bakið

2016-06-23 16:07 Author image
Dimma

- Her er hend ein heilt klár lækking av skamtanum. Og tað er nokk eingin ivi um, at minkingin kemur av umtaluni, sum HPV-koppsetingin hevur fingið.

Tað staðfestir Kjartan Mohr, landsapotekari, um nýtsluna av HPV-koppingarevnum í Føroyum. Og tað er rættiliga vist, at tað er nógva umrøðan av hjáárinum í miðlunum, sum hava fingið foreldur at himprast við at koppseta síni børn móti HPV-virus.

HPV-virus kann elva til krabbamein í lívmóðurhálsinum. Í 2009 var tí farið undir at koppseta við koppsetingarevninum Gardasil, sum verjir móti báðum HPV-sløgunum 16 og 18, ið eru atvoldin til 70 prosent av tilburðunum av lívmóðurhálskrabba. Heilsumálaráðið bjóðaði fyrst gentum í 14 ára aldri ókeypis koppseting, og í seinnu helvt av 2012 var tilboðið víðkað til at fevna um gentur og kvinnur í aldrinum 12-28 ár. Seinni er koppsetingin skift um til Cervarix, ið eisini verjir móti HPV 16 og 18, men ikki kynsfinnum.

Av tølunum hjá Landsapotekaranum sæst, at nýtslan av HPV-koppseting vaks og var í hæddini í 2013, tá ið tilsamans 2.970 skamtanir vóru givnar føroyskum gentum. Um hetta mundið tók kjakið um hjáárin dik á seg, tí Synkopesentrið í Keypmannahavn gav eina frágreiðing út um møguligt samband millum HPV-koppingarevnið og álvarsligu sjúkuna POTS.

Árið eftir fullu skamtanirnar av HPV-koppingarskamtanum í Føroyum heilt niður í 907, í 2015 var talið 399 og higartil í ár eru 252 skamtanir útskrivaðar. Minkingin av HPV-koppsetanum minkaði sostatt við 91,5 prosentum, tá ið umtalan av hjáárinum tók dik á seg.

- Her er ein týðilig skepsis hjá foreldrum, og tað er sjálvandi ein nátúrligur rættur, sum fólk hava. Hetta er alt sjálvboðið, men tað er eingin ivi hjá mær um, hvat er rætt. Koppseting fyribyrgir lívmóðurhálskrabba. Eg havi ikki ivast sjálvur. Eg havi koppsett mínar døtur, og tær hava ikki merkt nøkur hjáárin. Hetta er tað, sum fakkunnleikin mælir til, sigur Kjartan Mohr, landsapotekari, sum kortini undirstrikar, at tað er ein persónliga avgerð at lata seg ella síni børn koppseta.

Ein nýggj grein í Ugeskrift for læger staðfesti í hesu vikuni, at HPV-koppseting ikki er orsøkin til tær álvarsligu sjúkurnar, sum ført hevur verið fram, men at tað kortini kunnu vera nøkur hjáárin.

 

 

placeholder

Meira langlesnaður