Hugh Hefner er deyður

Mynd: epa.eu

Hugh Hefner er deyður

2017-09-28 09:35 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Hugh Hefner livdi ein lívsstíl ið flestu 91 ára gamlir menn ikki kunnu kenna seg aftur í. Hefner var kendur fyri sín glamurøsa, seksualla lívsstíl. Hann stovnaði blaðið "Playboy", átti erotiskar náttklubbar, jazzfestivalar og eisini sjónvarpssendingar. Tað upplýsir CNN.

Seint í gjárkvøldið upplýsir felagið "Playboy", at Hugh Hefner er deyður 91 ára gamal. Miðlar um allan heim seta sjóneykuna á hvør hesin maður var, og serliga er spurningurin, hvussu heimurin fer at minnast hann.

Hugh Hefner var umstríddur - mest var hann sæddur sum kynsdiskriminerandi, orsakað av hvussu kvinnur vóru framstillaðar í hansara bløðum og sendingum. Kendar sum "Playboy bunnies" vóru kvinnurnar fyri tað mesta ílatnar avdúkandi kaninbúnum og høvuðsendamálið var at síggja gott út og vera sexsúmbol. Hefner var eisini ofta lagdur undir kritikk, av tí at hann, hóast sín høga aldur, ofta hevði damur ið vóru ein triðing av hansara aldri. Hann hevur verið giftur tríggjar ferðir, tvær ferðir tá hann var høgt í 70'unum og 80'unum við kvinnum ið vóru í 20'unum.

Umframt at vera sæddur sum sexistiskur, eru har fleiri ið vísa á, at Hefner hevur átt lut í einari seksuellari og sosialari kollvelting. Hann stovnaði blaðið "Playboy" í 1953, einari tíð í USA har spurningar og umrøða um sex, so at siga ikki var til. Nógv tilskriva tískil Hefner ein part av æruni fyri, at umrøða um sex er vorðin minni tabuiserað. Tað er tískil eitt sera blandað eftirmæli ið Hugh Hefner leggur eftir seg. 


placeholder

Meira langlesnaður