Hugnaligur Bláa Kross vognur á G!

2016-07-16 12:02 Author image
Jákup Højgaard

Liv Lívið, Fá Alt Við er nýggja slagorðið hjá Bláá Krossi. Beint við tjaldingarøkið á G! stendur nýggi vognurin hjá felagsskapinum, har festivalgestir kunnu fara og fáa sær hita og ein kopp av kaffi um hugurin er til tað.

- Endamálið er at hava eitt stað, sum man vísir á, at fólk kunnu koma til. Fyrr hava vit gingið runt í vestum, men tað at hava eitt stað, har fólk kunnu koma til, riggar betur haldi eg, sigur Jóhan Eliasen fyri Bláa Kross.

- Um onkur kemur illa fyri av ov nógvum rúsdrekka kunnu tey nú koma inn til okkara og fáa hitan og koma fyri seg aftur. 

Hugnaligi vognurin er innrættaður við endurnýstlu innbúgvi frá Bláa Kross handlinum í Runavík, ið eisini hevur latið klæðir, sum nógvir festivalgestir gjørdu sær dælt av í regninum í gjár. 

Ætlanin er, at vognurin skal gerast ein fastur partur av føroysku festivalunum. 

- Sum Blá Krossari skal tað ikki handla um, at tað er galið at drekka, men heldur at verða ein góð fyrimynd í býarlívinum. Fólk virka glað fyri vognin og á tann hátt fáa vit skapt eina jaliga mynd av Bláa Krossi. 

  

  

placeholder

Meira langlesnaður