Hugurin hvarv eftir neyðstreyms-gøluna í Vágatunlinum

Mynd: Sigmund Vang

Hugurin hvarv eftir neyðstreyms-gøluna í Vágatunlinum

2017-08-06 09:53 Author image
Leif Láadal

– Jú jú, eg eri blivin havnarmaður við stórum H. Haldi enntá við HB, svarar Klæmint Weihe, tá vit standa uttanfyri snøggu húsunum hjá honum og konuni Ketty ovarlaga á Marknagilsvegnum.

Útsýnið er frálíkt yvir høvuðsstaðin, sum hevur verið hansara heim í tveimum umførum. Fyrst, tá hann sum unglingi fór úr Sørvági til Havnar í diomekanikaralæru hjá Marstein, og síðani hann so flutti heim aftur í 1981, eftir at hava lisið verkfrøði í Danmark og arbeitt har nøkur ár.

Klæmint Weihe bleiv ímyndin av SEV í trý tíggjuáraskeið. Hann gjørdist fastur stjóri sum 32 ára gamal í 1983, eftir at hava verið settur stjóri í eitt ár, og legði frá sær í 2007. Tá hann tók við, var vanligt, at tað vóru millum 200 og 300 streymslit um árið. Tá hann legði frá sær, var hetta komið niður á nøkur fá.

Ávirkar tað teg framvegis, um streymurin fer?

– Nei, ikki longur, men fyrsta árið, eftir at eg gavst hjá SEV, stakk eg upp frá og var klárur beinanvegin at ringja til Finn (Jakobsen, táverandi rakstrarleiðara hjá SEV, blaðm.) og annars taka telefonina, svarar Klæmint.


Brot úr samrøðu við Klæmint Weihe í røðini "Hvar blivu tey av" í Dimmalætting hesaferð

placeholder

Meira langlesnaður