Huldufólk: - Onkur spælir hund við okkum

2016-07-23 18:05 Author image
Elisa Vang

Eitt stað, sum er tiltikið fyri at spøkja, er á Norðoya Fornminnissavni í Klaksvík. Jógvan Ósá, sum er fastur avloysari á Fornminnissavninum, veit nógvar søgur at fortelja um merkisverdar hendingar á savninum.

- Eg veit ikki, hvat tað er, men vit hava so ein her, sum spælir hund við okkum. Hann krógvar ting, sum so koma afturíaftur onkra heilt aðrastaðni.

- Seint ein leygardag, tá eg var í holt við at stongja, kemur ein svensk dama og sigur, at hon hevur gloymt sítt brilluhylki eftir her hjá okkum. Hon sigur, at hon hevur havt tað frammi á vesinum, beint áðrenn hon fór út frá okkum. Vit fóru at leita, men har var einki at finna. Dagin eftir komi eg út aftur til arbeiðis, og tá eg so fari á vesi, hvat liggur tá mitt á gólvinum? Brilluhylkið! Vit hava síðani lagt tað fram her í Savninum, fyri at vísa tað fram, men so eina ferð hvarv tað. Og tað er ikki komið afturíaftur.

 

Les fleiri spøkilsissøgur í Dimmalætting hetta vikuskiftið

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður