Hundrað vaksin á bíðilista til ADHD-kanningar

Hundrað vaksin á bíðilista til ADHD-kanningar

2017-07-16 16:58 Author image
Leif Láadal

Tó, at mett verður, at eini 1000 vaksin í Føroyum líða av ADHD, er støðan í løtuni soleiðis, at bert hundrað fáa viðgerð og hundrað onnur standa á bíðilista. Tórmóður Stórá, leiðari á psykiatriska deplinum, viðurkennir, at umstøðurnar at taka sær av hesum fólkum eru vánaligar í løtuni.

Stendur tú á bíðilista hjá psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, tí tú vilt verða kannað ella kannaður fyri ADHD ella ADD, sum er líknandi líðing, skalt tú hava tol. Tá kommunulæknin hevur givið tær eina ávísing til depilin og tú hevur biðið um tíð, fært tú eina fráboðan, har sagt verður, at tú ert skrásett/ur, og at tú ikki skal seta teg í samband við psykiatriska deplin - "Vit seta okkum í samband við teg", verður sagt, og so ganga mánaðir - ja upp til eitt ár - áðrenn tú frættir aftur.

- Trýstið er somikið stórt, at vit verða noydd at arbeiða upp á hendan mátan, sigur Tórmóður Stórá, leiðari á psykiatriska deplinum.

- Tað snýr seg sum vanligt um játtanir og raðfestingar, men eg meti, at við tveimum sjúkrarøktarfrøðingum afturat, kundu vit sloppið av við bíðilistan, leggur hann afturat.


(Brot úr longri grein í Dimmalætting hesaferð)

placeholder

Meira langlesnaður