Hundraðtals sjófólk vanta at endurnýggja sítt sjóvinnubræv

2016-08-29 11:24 Author image
Dimma

Nú freistin at søkja um endurnýggjan av sjóvinnubrævi gongur út, vanta enn 775 umsóknir sambært hagtølunum hjá Sjóvinnustýrinum.

Sjóvinnustýrið hevur í miðlunum heitt á sjófólk um at senda umsókn áðrenn 1. september fyri at tryggja, at sjóvinnubrøv kunnu verða dagførd sambært nýggju reglunum áðrenn 1. januar, tá tey gomlu ganga út.

So nógvar umsóknir liggja í løtuni niðurfyri, at viðgerðartíðin er 10 vikur. Tí ræður um at senda umsókn skjótast gjørligt um sjófólk vilja tryggja sær at kunna mynstra eftir 1. januar.

Navigatørar við handilsskipum og øll maskinfólk eru fevnd av nýggju krøvunum.

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður