Húsabygging

Húsabygging

2017-06-23 14:25 Author image
Thorbjörn Brochs, Tórshavn

Nú eru knappliga nökur, sum rópa hart um, at ov fáar íbúðir eru bygdar seinnu árini, og at nógv góð hús standa tóm. Og hetta vilja tey hava  tað almenna at loysa. Eg haldi avgjört ikki, at tað er ein almenn uppgáva at byggja hús og íbúðir. Vinnulívið hevur syrgt fyri at byggja bæði raðhús, íbúðir og sethús langt áðrenn eg flutti til Föroya, og tað hevur hildið fram alla mína tíð her. Fólk eru farin til fyritökur at bíleggja hús, og tað hevur riggað væl. Um tað almenna skal standa fyri bygging, so vil eg mæla til, at hetta "almenna" fyrst fer í holt við at byggja síni egnu hús, heldur enn at nýta vinnulívsins orku til at byggja "leiguíbúðir" til tað almenna.

Tá ið eg havi lurtað eftir hesum persónunum, sum mæla til alment inntriv, havi eg langan veg luktað almennar nevndarsessir. Og tað fer at kosta meira enn gott er. Skal landsstýrið kasta seg yvir hesa uppgávuna, fáa vit nýggjar nevndir, og tær verða allar mannaðar (ella kvinnaðar) við dýrum persónum, sum eru í dýrum fakfelagum ella samtökum. Og tað má ikki vera tað slagið, sum skipar fyri bygging.

Teoretikarar hava evni til at byggja dýr mistök inn í eitt hvört prosjekt. Meirilutin í teimum nevndum, sum skipa fyri bygging, má vera handverkarar. Teir hava sæð úrslitið av ymiskum byggisiðum og av tí tilfari, sum er nýtt í ymiskum tíðarskeiðum. Störsti fyrimunurin við at fáa handverkarar  í möguligar nevndir er, at tær verða sera fáar, ella ongar, tí um tær ikki eru tilætlaðar ávís "högtflúgvandi" fólk, so er ringt at fáa stuðul til at seta tær á stovn. Men tað privata vinnulívið kann saktans byggja, um tað almenna ikki setir nevndir at forða teimum.

Fyri nökrum árum síðani vóru menn, sum vildu byggja hús her í Havn. Teir steðgaðu byggingini, tí kommunan kravdu, at teir skuldu byggja uppá ein máta, sum teir meintu fór at hava vanlukkuligar avleiðingar. Eg fekk ikki at vita, hvat endin var, tíverri, men eg havi sæð alt ov nógv dömir um skeivar persónar í bygginevndum í meira enn fimmti ár. Latið handverkarar hava síðsta orðið, ikki ein politikkari ella ein prestur.

Eg ivist í, at "Bústaðir" í longdini fer at vera ein góð loysn. Um nökur ár er hon vaksin til eina almenna monopolfyritöku við störri umsiting enn nú, og útreiðslurnar fara at ávirka húsaleiguna uppeftir. Leiguíbúðir eiga ikki at vera ein stórur partur av marknaðinum, bert ein "neyðloysn" fyri eitt avmarkað tíðarbil. Okkara samfelag er lítið, og hvat hendir tá ið tíðirnar verða ringar, og fólkaflytingin fer hin vegin? Tað kann henda uttan ávaring, og tey ið eiga sín bústað fara ikki fyrst. Tað gera tey, ið onga skuld hava í síni leiguíbúð, og hvör skal so rinda skuldina? Palliba?

Og so til tað politiska. Vita fólk, hvat ognarskattur er? Hava politikarnir gjört sær tankar um, hvussu tað skal skipast? Danmark hevur ein ognarskatt, har tú rindar fyri tað fulla virðið av tínum húsi, sjálvt um tú skyldar meira enn tað er vert. Tað er ikki veruligur ognarskattur, tá tú verður skattaður av nökrum, sum tú ikki eigur. Fyri nógvum árum síðani kopieraði svenska stjörnin ta donsku skipanina. Öll hús í oyggjagarðinum norðanfyri Göteborg vorðu knappliga so högt virðismett, at upprunafólkini sum búðu har, ikki hövdu ráð at vera búgvandi. Skulu pensjonistar í Föroyum, og tá serliga í Havn, setast í somu stöðu?

Vit mugu ikki fáa undantaksstöðu í Föroyum. Eingin má verða tvingaður at leiga út hús síni, um hann ikki vil. Tá hevur tú avtikið ognarrættin.Tað kunnu vera fleiri vansar við at taka fólk - serliga óynskt fólk - inn í húsini.

Nú má leggjast afturat, at sum nú er, verður tú ikki hart skattaður, um tú eigur eini hús og leigar út ein part av tí húsinum, ella kanska alt húsið. Men tú skalt sjálvur hava rætt at velja hvört tú leigar út ella ikki.

Eitt annað evni er nevnt, sum eg ikki havi sterkar meiningar um. Tað er avgjald fyri vatn-og-kloakk. Her er bert vandin, at kommunurnar missa tamarhald á skynsemið. Eg ræðist ikki broytingar, men kollveltingar. Eisini á öðrum ökjum.

Eg viðgangi, at eg havi nomið við nógv ymiskt, men er tað nakað, sum vit ikki skulu umhugsa? Tað kann bert "tað almenna" loyva sær.   

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður