Húsaprísirnir nærkast metinum

2016-05-10 08:00 Author image
Sigmund Vang

Húsaprísirnir í Føroyum hækkaðu ómetaliga nógv frá 2003 til 2007, tá teir so lækkaðu eitt sindur aftur. Í 2012 gekk aftur uppeftir, og nú er ikki stórur munur á í mun til 2007.

Á hvørjum ári ger Eik Banki eitt yvirlit yvir miðal húsaprísir í Føroyum. Hagtalsgrundarlagið er tó eitt sindur misvísandi, tí nakrar avmarkingar eru í samlaðu uppgerðini, sum kanska ikki eru so tíðarhóskandi. Uppgerðin hevur nevniliga ikki íbúðir við, eins og hús á grundøkjum minni enn 250 ella størri enn 1000 fermetrar ikki verða tikin við. Tað er serliga avmarkingin við íbúðum, sum kanska ikki átti at verið við, tí serliga í miðstaðarøkinum verða nógvar íbúðir seldar.

Kortini gevur yvirlitið hjá Eik Banka, sum sæst á grafinum omanfyri, eina rættiliga greiða fatan av, hvønn veg tað gongur í løtuni við prísunum, og væntast kann, at prísirnir fyri 2016 verða enn hægri enn teir vóru í fjør.

Orsøkin til, at prísirnir gjørdu eitt lop miðskeiðis í 2000, er at tað tá bleiv gjørligt at taka realkreditlán í Føroyum. Hesin nýggi lánimøguleikin hevði eina risastóra ávirkan á húsaprísirnar. Ávirkanin fjaraði tó eitt sindur av, sum frá leið.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður