Húsini í Havn bara dýrka

2016-08-19 15:01 Author image
Dimma

Eini miðal hús í Havn kosta nú um 2,5 milliónir krónur. Tað vísa tøl, sum meklarafyritøkurnar Skyn og Inni hava gjørt fyri Kringvarpið.

Hetta er ein hálv millión krónur dýrari enn fyri fýra árum síðan. Húsaprísirnir eru nú á sama stigi og onkuntíð hægri enn fyri fíggjarkreppuna.

Kára á Dunga, stjóri í Inni, sigur við Kringvarpið, at sum rentan og gongdin er í løtuni, fara húsini at dýrka uppaftur meira.

Ein íbúð í Havn kostar nú millum 1,6 og 1,9 milliónir krónur í miðal.

Kára á Dunga sigur við Kringvarpið, at marknaðurin nú er meira umsetiligur enn hann hevur verið.

- Rákið er broytt í Føroyum. Fólk flyta seg skjótari. Tey, sum hava ov lítil hús og fáa fleiri børn, keypa sær størri hús, og har børnini flyta, vilja fólk hava eina minni íbúð ella minni hús at búgva í, sigur stjórin í Inni við útvarpið hjá KvF.

 

 

 

 

 

placeholder

Meira langlesnaður