Summarfestivalurin: Húsvognarnir mugu flytast

2016-07-15 14:20 Author image
Elisa Vang

Av tí at Klaksvíkar kommuna er í holt við at byggja við Sandin í Klaksvík, mugu mongu húsvognarnir, sum koma á Summarfestival í august, hýsast aðra staðni í býnum. Norðoya Kunningarstova, sum hevur til uppgávu at umsita bíðilistan fyri festivalgestirnar í húsvogni, hevur fylt fýra ymisk pláss í býnum upp við festivalgestum, sum koma við húsvogni.

Talan er um Føroya Bjór, ið liggur skamt frá Sandinum og ferjuleguna norði á Stongunum og ítróttarøkið, sum er parkeringsøkið við Kí-høllina og svimjihøllina, ið kemur at vera familjuøkið.

- Og so er tað økið við Klaksvíksgarðin longri úti í Klaksvík, ið er frá Inn-handlinum og úteftir, sum kemur at vera tað stóra økið til húsvognar í ár. Har vera á leið 110 pláss, og har eru bara 10 pláss eftir. Alt hitt er útselt, men møguleiki er at stilla nakrar húsvognar úti í Grøv, og tað er eisini heldur bíligari enn hesi, sum vit noyðast at gera klár til Summarfestivalin, greiðir Fríðbjørg Petursdóttir Justesen frá kunningarstovuni frá.

Skipanin av húsvognaplássunum skal samskipast við ætlanirnar hjá kommununi, og í ár eru fyriskipararnir av Summarfestivalinum sostatt noyddir at royna aðrar møguleikar, orsaka av byggingini við Sandin. Tað broytir alt kampingøkið, sum higartil hevur verið bygt upp við Sandin, men Fríðbjørg sigur, at fólk hava verið serstakliga skiljandi.

placeholder

Meira langlesnaður