Miðalskuld pr. borgara: Hvalba best og Tvøroyri ringast

2016-07-07 08:50 Author image
Jógvan Samuelsen

4.310 krónur.

Tað at skuldin, sum Hvalbiar kommuna hevur at dragast við fyri hvønn borgara.

Tað vísa hagtølini, sum kunnu lesast á heimasíðuni hjá Gjaldstovuni.

Við hesari miðalskuld fyri hvønn borgara, er Hvalbiar kommuna tann kommunan í landinum, sum hevur lægst skuld fyri hvønn einstakan borgara.
Hvalbiar kommuna skyldar veruliga millum lítið og einki. Heilt neyvt skyldaði hon við árslok 2015 - tað er tað árið hesi hagtølini eru frá - 3.125.000 krónur. Og við 725 borgarum í kommununi, verður tað til 4.310 krónur fyri hvønn borgara.
Til samanberingar kann sigast, at Tórshavnar kommuna skyldar 4.661 krónur fyri hvønn borgara í kommununi. Samlaða skuldin hjá Tórshavnar kommunu var góðar 94 milliónir krónur við árslok 2015, men har eru fleiri enn 20.000 borgarar at býta skuldina út á.

Í hinum endanum lá Tvøroyrar kommuna, sum við árslok 2015 skyldaði 37.866 krónur fyri hvønn borgara í kommununi.

Skuldin hjá Tvøroyrar kommunu var tá uppá góðar 65 milliónir krónur, tað vil siga slakar 30 milliónir krónur minni enn høvuðsstaðarkommunan skyldar, men við nógv færri borgarum at býta skuldina útá, verður miðaltalið sjálvandi samsvarandi hægri.

Hinar kommunurnar í tyngra endanum eru Runavíkar kommuna, Vága kommuna, Fuglafjarðar kommuna og Sørvágs kommuna, har miðalskuldin pr. borgara ávikavist er 37.279, 35.728, 34.264 og 30.990 krónur.

Gløggi lesarin sær alt fyri eitt, at ein av orsøkunum til lutfalsliga høgu skuldina er, at hesar kommunur, m.a. Runavíkar kommuna og Vága kommuna, hava brúkt fitt av pengum til at byggja nýggjar stórar skúlar. Hetta sama er galdandi fyri Tvøroyrar kommunu, sum hevur gjørt fleiri íløgur, og sum tí hevur fingið loyvi til at fara uppum eina álíkning í skuld. Ivaleyst eru líknandi frágreiðingar at finna hjá bæði Fuglafjarðar kommunu og Sørvágs kommunu eisini.

Havast skal í huga, at ikki allar kommunurnar eru við í yvirlitinum hjá Gjaldstovuni.

placeholder

Meira langlesnaður