Hvat snýr fólkaatkvøðan seg um?

2016-06-23 11:07 Author image
Dimma

Tað er í dag, at tað hendir. 23. juni hevur fingið eyknevni BREXIT, sum er eitt orð samansett av Britain og Exit. Her eru nakrar spurningar um fólkaatkvøðuna, sum verða svaraðir heilt stutt.


Hvør er spurningurin?

Bretar skulu á fólkaatkvøðuni svara spurninginum: "Should the United Kingdom remain a member of the European Union or leave the European Union?" Tað er altso antin ”Leave” ella ”Remain”.


Hvussu ofta?

Bretar hava bara einaferð áður verið á fólkaatkvøðu um ES, síðan Bretland fór upp í EEC í 1973. Tað var bara tvey ár eftir upptøkuna, og tá atkvøddu bretar fyri – við 67 prosentum fyri – at vera í ES. Kjakið helt kortini fram.

Bretar hava sostatt ikki siðvenjur fyri slíkum fólkaatkvøðum, og líkt er eisini til, at fólkið afturfyri vil vísa sínum politikarum, hvør hevur veruliga valdið. Onnur lond hava viðhvørt havt fólkaatkvøður um ymsar broytingar í ES, og t.d. hevur Danmark havt átta ymsar atkvøðugreiðslur.


Hava onnur lond meldað seg úr?

Nei. Nú eru 28 lond í ES, og einki annað sjálvstøðugt land hevur áður meldað seg úr. Grønland - sum fyrst bleiv innlimað, men síðan segði NEI, tá ið fólkið varð spurt eftir – er einasta undantakið. At Bretland kann verða fyrsta sjálvstøðuga landið, sum meldar seg úr, skapar eisini høvuðbrýggj millum hini 27 londini.


Hví beint nú?

Tað er bretski forsætismálaráðharrin David Cameron, sum hevur útskrivað fólkaatkvøðuna um ES. Bretski ES-limaskapurin hevur verið eitt afturvendandi kjakevni í Bretlandi, ikki minst í konservativa flokkinum hjá David Cameron. Cameron vil enda tað kjakið og staðfesta bretska limaskapin “for good”, og tí lovaði hann eina fólkaatkvøðu undir valstríðnum uppundir parlamentsvalið. Vandi er fyri, at hetta gerst ein bumerang, tí nú er púra javnt millum partarnar í veljarakanningum.


Hvat er atkvøðan um?

Atkvøðan er um “Leave” ella “Remain”; men ein avtala við ES liggur eisini undir royndini hjá David Cameron at vinna hjørtuni hjá bretum.

David Cameron hevur gjørt eina nýggja avtalu við hinar ES-leiðarunum, har hann fær nakrar lagaligar sertreytir fyri Bretland inn í samstarvið. Eitt nú hevur fingið hini londini til at góðtaka, at Bretland nýtist ikki at virka við í at gera eitt støðugt trongari samveldi í ES, har valdið hjá einstaka landinum minkar.

Bretland fær eisini loyvi til at avmarka ávísar sosialar veitingar til nýggjar borgarar úr øðrum ES-londum. Bretar skulu heldur ikki luttaka í at fíggja økonomiskar hjálpapakkar til kreppurakt lond í eurosamstarvinum, sum Bretland ikki er partur av. Hann hevur eisini fingið eina heimild til, at Bretland kann vraka ætlanir um ES-lóggávu eitt ár fram, fyri at geva tjóðartingunum innlit.


Hvat so?

Atkvøður Bretland JA til ES, so kemur avtalan við ES í verk fyri Bretland. Atkvøður fólkið NEI til ES, so fer Bretland heilt úr Evropasamveldinum. Men so veit eingin veruliga, hvørja avtalu Bretland skal hava. Ein samráðingartilgongd skal avgera tað. Tað merkir, at næstu nógvu árini skal Bretland samráðast um eitt framtíðar samstarv við ES, og tað kann taka alt frá tvey til tíggju ár.


Hvat siga partarnir?

Valstríðið hevur verið hart og til tíðir ófantaligt. Økta fólkaflytingin í Evropa hevur fingið nógva rúmd. Grundleggjandi snýr tað seg um, hvør ræður í Bretlandi. Her eru nøkur sjónarmið:


Stay-síðan:

  • Bretland missir ávirkan uttan fyri ES.
  • ES er við til at skapa tryggleika, og Bretland hevur størri altjóða vald í trygdarspurningum við at vera partur av ES.
  • Tað verður dýrari fyri Bretland, um Bretlandi fer úr, tí Bretland ikki longur kann handla frítt á innara marknaðinum í ES.
  • Tað fer at kosta eini 5 prosent í vælferð at fara úr.


Leave-síðan:

  • Bretland klárar seg sjálvt og skal ikki stýrast úr Brússel.
  • Bretland skal gera sínar egnu handilsavtalur við ES – og øll onnur lond.
  • Bretland skal sjálvt avgera, hvørji migrantar og hvørji flóttafólk koma til landið.
  • Bretland sendir nógvar pengar til Brússel, sum vóru betri brúktir til vælferð í Bretlandi.

 

Hvat við restina av ES?

Øll londini halda ondini, nú Bretland atkvøður, tí tað kann fáa stórar avleiðingar fyri ES, har 28 lond nú samstarva um trygd og handil. Bretland hevur 65 milliónir íbúgvar, og tað er næst ríkasta landið í ES, og tí hevur tað stóra ávirkan á stødd, styrki og búskap, um Bretland fer úr.

Bretland hevur stóran týdning í trygdarspurninginum, sum gerst alsamt eymari. Trýstið er stórt á Evropa, bæði við yvirgangi og flóttafólkastreymi. Bretland er hernaðarliga sterkt, hevur kjarnorkuvápn og er fastur limur í trygdarráðnum hjá ST.

Fer Bretland úr ES, er tað samstundis fyrstu ferð, at eitt sjálvstøðugt land fer úr ES. Nógv lond ivast, og tí eru ES-leiðararnir sera bangnir fyri, at onnur av hinum 27 londunum fara úr, um Bretland fer.

   

  

placeholder

Meira langlesnaður