Hví ikki eisini føroyskt whisky?

Hví ikki eisini føroyskt whisky?

2017-07-05 12:00 Author image
Eilen Anthoniussen

Tvey og eitt hálvt ár frá í dag verða vónandi fyrstu fløskurnar av whisky at fáa. Whisky framleiðslan er ein gamal dreymur hjá gamla bryggjarínum í Klaksvík, sum hevur bíðað í meir enn 30 ár eftir at sleppa at bryggja.

Føroya størsta og elsta bryggjarí hevur hetta seinasta árið víðkað sítt virksemi til at bryggja whisky umframt øl og sodavatn. Síðani 1888 hevur Føroya Bjór bryggjað øl, seinni er virkið farið undir at gera sodavatn, og við tíðini er virksemið eisini farið at fevna um ’craft beer’, sum er fatlagra og ófiltrerað bjór.

- Og í tí dagliga arbeiðnum eksperimentera vit nógv við malt, humlu og ger. Vit hava leingi havt eitt ynski um at fara undir whisky framleiðslu, sum jú er upplagt, tá vit hava flestu hentleikar sum krevjast. Men vegna forboð, hevur tað ikki verið møguligt at bryggja sterkari, sigur Annika Waag, virkis- og góðskuleiðari.

Síðani 2011 hava tey á bryggjarínum fyrireikað seg við umbygging av hølum og at fáa neyðugu loyvini til whisky framleiðslu uppá pláss. Tað hava verið nógvar forðingar á vegnum. Umframt drúgvu bíðitíðina eftir neyðugu loyvunum, hevur tað til dømis tikið tíð at finna røttu tunnurnar, ið eisini eru kostnaðarmiklar.

- Hetta er ein gamal dreymur, sum vit ofta hava havt hug til at sleppa, tí tað hava verið so nógvar forðingar, men í fjør runnu endiliga fyrstu droparnar. Til lagringina brúka vit gamlar sherry-tunnur og eik-tunnur, sum geva ein serligan smakk. So vit eru spent uppá at senda fyrstu fløskurnar út.

 

Og so er bara at bíða
Fyri at drykkurin skal fáa etikettuna ’whisky’, skal hann hava staðið og lagrað í minst trý ár. Og fyri at fáa whisky, verður vatn blandað við byggmalt, síðani verður gerin tilsett, og tað verður sett at gerað. Tá geringin er liðug, skal tað distillerast og verður lagt á tunnur at lagra.

- Vit merkja ein stóran áhuga fyri whisky’num, og tað eru fleiri, ið ynskja at sleppa at keypa fyrstu tunnina.

Annika greiðir frá, at whisky-verðin ikki er so stór, og at tað tískil frættist skjótt, tá okkurt spennandi fer í gongd. Útlendskir whisky kennarararar og lokal whisky feløg fylgja tí við gongdini. Fleiri boð eru eisini komin uppá navnið á fyrstu whisky-fløskuni hjá Føroya Bjór.

- Navnið er ikki fastlagt enn, men vit hava nógv hugskot liggjandi. Fleiri teldupostar eru komnir frá nær og fjar við ymiskum uppskotum til, hvussu okkara whisky skal eita.

Tað koma at ganga tvey og eitt hálvt ár til tað verður klárt at senda út á marknaðin. Tað krevur nógv tol, tíð og smakking.

- Gjøgnum 130 ár hava vit drúgvar royndir við at smakka, og internt smakka vit dagliga. Men tað krevur tíð at læra at kenna rætta smakkin við hesum tunnunum.

 

Whisky við heim

Føroya Bjór hevur í meir enn 30 ár søkt um at sleppa at gera whisky, og síðani tað gjørdist lógligt at bryggja sterkt í 2011, hevur bryggjaríið bygt um, soleiðis at rúm eisini er vorðið til distallarí.

- Hetta er ein stór íløga, vit hava gjørt. Og nú tá tað skal standa og lagra í so langa tíð, hava vit jú onga inntøku av tí. Tí eru vit sera spent uppá at fáa fyrstu fløskurnar.

Fyrireikingararbeiðið hevur eisini tikið tíð. Køn fólk innan whisky-brygging hava verið á bryggjarínum og lagt lag á, og starvsfólk á Føroya Bjór hava luttikið á skeiðum og verið í praktikk fyri at gera seg út til nýggja virksemið.

- At fara undir whisky-framleiðslu krevur nógv research, og tí hava vit havt tætt samband við fólk í bransjuni.

Á Føroya Bjór liggja tey ikki á latu síðuni, meðan tey bíða eftir fyrstu whisky fløskunum hesi trý árini.

Ymiskt annað liggur eisini og lagrar.

- Tað er ymisk onnur distillering á veg, sum eg ikki kann siga meir um beint nú. Men vit hopa uppá at fáa gongd í útflutningin av okkara whisky. Vit hava nógvar vitjanir av ferðafólki, og tvær ferðir dagliga hava vit rundvísingar á bryggjarínum í juli mánað. Og her fáa vit ofta spurningar um whisky, tí tey kundu hugsað sær at keypt føroyskt whisky við heim. Og fyri okkum snýr tað seg eisini um føroysk arbeiðspláss. Man kann jú keypa whisky alla staðni, so hví ikki her eisini her hjá okkum?

(Úr temablaðnum seinasta vikuskiftið)

placeholder

Meira langlesnaður