Hvukku við á Fiskaaling

2016-07-22 18:00 Author image
Jákup Højgaard

- Eg bleiv rættiliga kløkk, tá eg las um, at skitin sandur varð søktur tætt við Lívfiskastøðina hjá okkum í Skopun, sigur Johanna Lava Køtlum, stjóri á Fiskaaling. 

Eftir at hava lisið um Tinganes, sum søkti skitnan sand uttan fyri Skopun, settist hon við eitt at kanna, um hendingin hevði nakra ávirkan á Lívfiskastøðina hjá Fiskaaling í Skopun, sum tekur reint vatn inn beint út fyri bygdina. 

- Tað er ikki av tilvild, at havumhvørvislógin er til. Vit arbeiða undir strongum krøvum og tað er alneyðugt, at vatnið vit taka inn er reint, sigur hon. 

Hóast mett varð, at júst hendan hendingin ikki hevði nakra ávirkan á Lívfiskastøðina í Skopun, heldur Johanna Lava Køtlum tað verða ógvuliga umráðandi at hava í huga hvørja ávirkan slíkar gerðir kunnu hava. 

- Tað eru ymisk krøv til aftursøkking, tí tað kann hava ávirkan ikki bara á okkara virksemi, men so nógv annað í sjónum.

placeholder

Meira langlesnaður