Hýsan tykist vera komin fyri seg á Føroyabanka

Hýsan tykist vera komin fyri seg á Føroyabanka

2017-09-14 13:46 Author image
Innsent

Magnus Heinason er júst liðugur við yvirlitstrolingina á Føroyabanka í september, har 28 hál vóru tikin. Nøgdin av hýsu er nú komin upp á sama støði, sum fyrr var vanligt. Nógv var til av smáari hýsu og tí kann væntast, at nøgdin í vekt fer at økjast komandi árið, so hvørt sum hýsan veksur.

Tað var eisini nakað av smáum toski at fáa, men samlaða toskanøgdin í vekt var framvegis sera lítil í mun til tað, sum fyrr var vanligt. Hetta var eitt sindur óvæntað, við tað at toskur og hýsa plaga at fylgjast í nøgd ár fyri ár. Tað verður spennandi at vita, hvat yvirlitstrolingarnar komandi ár vísa.

 

placeholder

Meira langlesnaður