Í desember fellur Landsverk endaliga dómin

Í desember fellur Landsverk endaliga dómin

2017-11-20 09:35 Author image
Georg L. Petersen

Fleiri av almennu bygningunum eru í so ringum standi, at teir antin mugu takast niður ella høvuðsumvælast, og í desember kemur Landsverk við einum tilmæli – og stovnurin hevur sett sær fyri, at eingin nýbygningur aftur sleppur at falla í órøkt

– Vit fingu bygningar at umsita í 2009, og tá vóru nógvir í sera ringum standi. Støðan er serstakliga vánalig, og við teimum 21 milliónum krónunum vit hava at ráða yvir, koma vit ikki langt, sigur Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverk.

Støðan er vánalig í teimum ymisku almennu bygningunum kring landið, og fleiri hava als ikki verið hildnir viðlíka síðan teir vóru bygdir. Tá støðan er vorðin álvarslig er tað vorðið pjøssað upp á teir sum frægast, uttan at tað nakrantíð verður komið á mál.

Og hetta er eitt ørkymlandi støða hjá Landsverk at vera í.

– Vit mugu royna at bøta upp á tað akutta, og prioritera heilsutrygd og brunaviðurskifti. Og tá vit koma til tað heilt lágpraktiska snýr tað seg um at skifta onkra brotna takrennu og mála vindeygu, sigur Ewald Kjølbro. Bara til tað brúkti Landsverk eina millión krónur.

Dimma+ haldarar kunnu lesa meira um málið og finn eitt yvirlit yvir fimm bygningar, sum eru ringast fyri HER

Meira langlesnaður