Í kvøld kann man tekna seg til kvøldskúlan

Mynd: Kvøldskúlin

Í kvøld kann man tekna seg til kvøldskúlan

2017-08-28 16:10 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Í kvøld verður møguligt at tekna seg til skeið á kvøldskúlanum. Kvøldskúlin bjóðar altíð út hópin av spennandi, gagnligum skeiðum. Alt frá handverki, til eykafak at supplera, at læra at halda talur, motorlæru og trygd á sjónum og mangt annað.

Kvøldskúlin er føroya størsti skúli, við umleið 3000 næmingum í alt. Tí ræður um at vera tíðliga úti og skriva seg upp. Tað er opið at tekna seg frá í kvøld kl 18, og til og við sunnukvøldið 3. september kl 24.

Meira langlesnaður