Í morgin kl 7 fara pedagogar í verkfall

Mynd: Visualhunt.com (tilvildarlig mynd)

Í morgin kl 7 fara pedagogar í verkfall

2017-12-11 11:04 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Í morgin klokkan 7 fara pedagogar í verkfall. Tað upplýsir KvF. Við útvarpið sigur Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, at verkfallið umfatar deildarleiðarar innan Almannaverkið og aðrar stovnar, umframt leiðarar og varaleiðarar á kommunalum dagstovnum- og røktum.

Pedagogarnir krevja at fáa somu løn sum aðrir arbeiðsbólkar, við somu útbúgvingarlongd. Samráðingarnar um hetta við lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, ganga ikki væl.

Tað er ikki víst, um tað man fara at enda við at heilir dagstovnar steingja. Jógvan Philbrow sigur við útvarpið, at hetta má vera upp til einstøku kommunurnar.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður