Ian boðin sáttmála í DEC-kappingini

2017-02-06 11:19 Author image
Dimma

DEC stendur fyri Danish Endurance Championship. Talan er um longri kappingar, har tað ikki bara ræður um at koyra skjótt, men eisini at bilurin og koyrarar skulu halda til tað. Tann kendasta kapping av hesum slagi man vera 24 tímar kappingin í Le Mans.

DEC kappingarnar vara fýra ella fleiri tímar, har bilar við 2-4 koyrarum kappast um at koma fyrst á mál.

35 ára gamli Ian Andersen, ið er ættaður úr Runavík, er eisini deyvur og tískil er talan um ein forkunnugan sáttmála. Hann er tó tengdur av, at Ian kann fáa persónligar sponsorar at stuðla sær. Fyri at fáa eitt DEC setur krevjast einar 75.000 krónur í stuðli.

Ian er bjartskygdur um, at hetta fer at eydnast.

- Eg havi koyrt gokart síðani eg var lítil við tí fyri eyga at fáa møguleikan at koyra ein rættan rasara bil, og nú sær dreymurin út til at gerast veruleiki, sigur Ian, og vónar at kanska onkur føroysk fyritøka hevur hug at gerast stuðul hjá honum.

Liðið, ið hevur boðið Ian eitt setur, eitur SRT-Motorsport. Teir koyra ein tunaðan Peugeot 207. Toppfarturin liggur um 190-200 kilometrar um tíman.

DEC kappingarnar byrja í apríl mánaði.

Les meira um DEC her: http://padborgpark.dk/motorsport/dec/

  

  

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður