IKEA nýtti misvísandi marknaðarførslu

IKEA nýtti misvísandi marknaðarførslu

2017-12-20 16:33 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Á heimasíðuni hjá stóru, svensku møblafyritøkuni, stóð skrivað, at í matstovunum hjá IKEA nýttu tey bara burðardyggan høsnarunga í matgerð teirra. Hetta var tí, at tey vildu gera ein mun í heiminum - ein jaligan mun.

Men at tey nýttu burðardyggan høsnarunga, var slettis ikki satt. Tað hevur danski djóravælferðarfelagsskapurin, Anima, júst avdúkað. Hetta upplýsir danska blaðið, Politiken.

IKEA hevur nú slettað hetta av heimasíðu teirra. Og Anima hevur meldað IKEA til forbrúkaraumboðsmannin fyri villleiðandi marknaðarførslu.

Átaksleiðari hjá Anima, Thorbjørn Shiønning, sigur, at hetta er eitt álvarsligt mál. Høsnarungar uppaldir til slagt eru millum teir, ið eru ringast viðfarnir í kjøtídnaðinum, og tí eru tað nógv fólk, ið ikki vilja keypa hesar høsnarungarnar. At IKEA hevur lýst við, at hesir høsnarungarnir koma úr burðardyggum og góðum umstøðum kann hava villleitt milliónavís av forbrúkarum.

Matstovurnar í IKEA kunnu sigast at vera líka væl umtóktar sum møblahandilin sjálvur, og umleið 30% viðskiftafólkunum hjá IKEA fara har bert fyri at eta. Í 2016 seldu bara matstovurnar í IKEA fyri umleið 10 milliardir í 48 ymsum londum. 


placeholder

Meira langlesnaður