Ikki rætt at gjalda fyri at ganga í haganum

Mynd: lms.fo

Ikki rætt at gjalda fyri at ganga í haganum

2017-05-03 11:29 Author image
Dimma

Løgmaður heldur ikki tað er rætt, at einstakar bygdir fara undir at áseta gjald fyri at ganga í haganum. Reglurnar um hetta eiga at vera eins fyri alt landið og ásettar í løgtingslóg. Tað svarar hann millum annað Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingsmanni, í skrivligum § 52a fyrispurningi um rætt hins einstaka at ganga í haganum

- Í eini tíð, har alt fleiri fólk hava inniarbeiðið, ofta sitandi, er tað av týdningi, at tey hava møguleika í frítíðini at koma burtur í óbygt at nýta føroysku náttúruna og at fáa kroppin í venjing. Frá einum fólkaheilsusjónarmiði hevur hetta týdning og eisini sosialan týdning fyri hin einstaka og familjurnar, sigur Aksel V. Johannesen á heimasíðuni hjá Løgmansskrivstovuni.

Men løgmaður heldur eisini, at tað eru fleiri tvørgangandi atlit at taka.

- Rætturin má avmarkast av umhvørvisligum grundum. Tað fer ikki at bera til, at náttúran fer at verða dálkað av fólki, sum gongur í henni, at viðkvæmt djóra- ella plantulív verður órógvað, ella djóra- og plantusjúkur verða spjaddar. Eisini má fyribyrgjast, at fólk koma sær í óføri, soleiðis at tað í størstan mun slepst undan vanlukkum og kostnaðarmiklum bjargingartiltøkum, sigur hann.

placeholder

Meira langlesnaður