Fiskimálaráðið ikki stundir at kanna umsóknir

2017-03-11 13:52 Author image
Dimma

 - Eg gangi út frá, at tá skip verða skrivað á eina umsókn, so er nakað um tað. Tað hava vit ikki tíð at eftirkanna.

Tá tú nú veitst, at fleiri reiðarí ikki vita av, at teirra skip vóru partur av umsóknini, gert tú so nakað við tað?

- Eg havi onga orsøk at eftirkanna hetta. Eg veit okkurt annað, sum eg ikki fái kommenterað, sigur Jákup Mørkøre.

Tað var í januar í ár, at Vestmanna Seafood søkti um at fáa part av makrelkvotuni til fiskiveiðiroyndir. Virkið kann sum so ikki fáa kvotuna tillutaða, og tí nevndi virkið í síni umsókn seks skip, sum kundu fáa royndarkvotuna, men tað vísti seg, at virkið í veruleikanum bara søkti vegna tað eina, Fram, sum er heimahoyrandi í Vestmanna.

Av hinum skipunum vísti tað seg, at tað eina einki fiskiloyvi hevði og at reiðaríini hjá hinum vistu av ongum. Teirra skip vóru meira brúkt sum pynt á umsóknini. Hesi skipini vóru Norðhavið, sum einki loyvi hevur at fiska í føroyskum sjógvi, Tróndur í Gøtu, Tummas T. og Finnur Fríði, sum Varðin í Gøtu eigur, og so Hoyvík, sum Thor í Hósvík eigur.

Lesið meira í blaðnum, sum er komið í sølubúðirnar

  

  

placeholder

Meira langlesnaður