Ikki víst tað ber til at taka pengar fyri hagagongu

2016-07-24 11:04 Author image
Alda Nielsdóttir

- At einstøk ferðafólk skulu gjalda eina upphædd sum atgongumerki fyri at ganga í í hólmin, trúgvi eg ikki uppá ber til. 

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum, sum heldur, at pengar mugu fáast inn á annan hátt, eitt nú við at selja kort og bjóða ferðaleiðara.

Sýslumaðurin í Vágaøki, Finnbogi Midjord,  er eisini rættiliga avgjørdur, tá hann tosar um, hvørt uppskotið hoyrir til á grannastevnu.

- Eg dugi ikki at síggja, at grannastevnuviðtøka skal til fyri at ganga í haganum. Í mínari verð er tað einki ørvísi, enn at taka samsýning fyri at fiska í vøtnunum, sigur Finnbogi Midjord. 

   

Í blaðnum hjá Dimmalætting hesa vikuna, er málið lýst gjølla 

  

  

placeholder

Meira langlesnaður