Illgruni um ILA

2016-07-14 17:36 Author image
Simona Midjord

Bakkafrost hevur sent eina fráboðan út, um at illgruni er um ILA-virus í einum alibrúki hjá felagnum í Hvannasundi. ILA er ein sera álvarslig sjúka fyri alifisk, og hevur áður at kalla lagt vinnuna í oyði. Men vinnan er munandi betur fyri í dag enn um aldarskiftið, og mannagongdirnar eru greiðar, tá sjúkan verður staðfest, so hon ikki breiðir seg meira enn gott er.

Fráboðanin er soljóðandi:

Í sambandi við regluligt eftirlit hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni á aliøkinum A-73 Hvannasund Norður, er illgruni um at fiskurin er fongdur við sjúkuelvandi ILA virus. Illgrunin kemur eftir at kanningarúrslit í einum aliringi geva ábendingar um at sokallaða HPR-del ILA virus er í fiskinum.

Bakkafrost fyrireikar seg til at fremja neyðug tiltøk.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan fer komandi dagarnar at gera nærri kanningar á aliøkinum. Úrslitini verða tøk um nakrar dagar.

Á aliøkinum A-73 Hvannasund Norður svimja 1,2 milliónir fiskar, sum hava eina miðalvekt á 0,54 kg. Hetta gevur ein biomassa á áleið 665 tons.

Bakkafrost sendir nýggja fráboðan út, tá endaligu úrslitini frá kanningunum á aliøkinum A-73 Hvannasund Norður eru tøk, og niðurstøða verður gjørd um hvussu farast skal fram.

Sum haldari fart tú atgongd til alt tilfar í blaðinum á netinum, umframt tíðindi. Trýst á "Tekna hald" og skráset teg

Dimma Pluss og prent

kr. 129 / mðr

Dimma Pluss

kr. 99 / mðr

Dimma Pluss og Prent 365 dagar

kr. 1548 / 365 dagar

Dimma Pluss 365 dagar

kr. 1188 / 365 dagar

Meira langlesnaður