Tað var ILA

2017-03-27 18:57 Author image
Dimma

Illgrunin um sjúkuelvandi ILA virus á aliøki A-73 Hvannasund Norður er nú staðfestur.

Aliøkið A-73 Hvannasund Norður hevur verið undir herdum eftirliti síðan juli 2016, tá ið ein vanlig eftirlitskanning hevði við sær illgruna um, at fiskurin var fongdur við sjúkuelvandi ILA virus. Víst verður til fráboðan til marknaðin 14. juli 2016, 21. juli 2016, 20. januar 2017 og 16. mars 2017.

Í mars 2017 avgjørdi Bakkafrost at taka fiskin, ið eftir var á aliøkinum A-73 Hvannasund Norður. Økta tøkan verður væntandi liðug miðskeiðis í apríl 2017, og Bakkafrost væntar framvegis, at tøkunøgdin í 2017 verður 53.500 tons í kruvdari vekt – óbroytt frá fráboðanini til marknaðin 16. mars 2017.

Staðfestingin av sjúkuelvandi ILA virus á aliøki A-73 Hvannasund Norður ber í sær, at hvíldartíðin (brakktíðin) verður í stytsta lagi 6 mánaðir fyri aliøkið A-73 Hvannasund Norður, eftir at aliøkið er tømt fyri fisk.

  

  

placeholder

Meira langlesnaður