02.11.07 16.23 | Ynskir tú at fáa egnan blogg-portal á Dimma.fo, so skalt tú senda ein teldupost til blog@dimma.fo við punktunum 1,2,3,4,5 og 6.
1. Navn á bloggsíðu
2. Lýsing av bloggsíðu
3. Fult navn á bloggara
4. Mynd av bloggara
5. Email
6. Bústaður og telefonnummar (verður ikki kunngjørt á Dimma.fo)
Dimmalætting bjóðar nú øllum við týðandi, hvøssum og beinraknum viðmerkingum at blogga á Dimma.fo.
Sum nakað nýtt ber nú til at fáa tína egnu bloggu-portal undir Dimma.fo/bloggan, har tú kanst skriva greinir, viðmerkingar, tags og annað, umframt fáa viðmerkingar og stig frá fólki, sum lesa tína bloggu. Ein spennandi og nýmótans máti at samskifta um politikk, mentan og onnur samfelagsviðurskifti.
Greinir og tílíkt, sum verður skrivað í persónligu blogguni, eru orð bloggarans og teimum, sum skriva viðmerkingar og annað til einstøku blogguna. Dimmalætting hevur sostatt onga ábyrgd av tí, sum skrivað verður.
Orðið er frítt, men Dimmalætting heitir á øll, sum nýta blogguna, um at vera siðilig og at leggja fult navn til alt, sum skrivað verður. Innlegg, sum fara út um mark, kunnu væntast at verða strikað úr blogguni, antin av blogguni sjálvari ella í evstu førum av redaktiónini á Dimmalætting.
Vit hava skipað blogguna í tríggjar høvuðuspartar:
- Bloggur hjá journalistum á Dimmalætting
- Bloggur hjá politikarum
- Aðrar bloggur
Vilt tú hava egnan bloggportal á dimma.fo/Bloggan/titt.navn, biðja vit vinarliga um niðanfyristandandi upplýsingar, sum skulu sendast til blog@dimma.fo
1. Navn á bloggsíðu
2. Lýsing av bloggsíðu
3. Fult navn á bloggara
4. Mynd av bloggara
5. Email
6. Bústaður og telefonnummar (verður ikki kunngjørt á Dimma.fo)
Frágreiðing til 1,2,3,4, 5 og 6:
1. Hetta er heitið á tínari bloggsíðu, sum kemur at liggja á slóðini dimma.fo/bloggan/títt.fulla.navn
Dømi um nøvn á bloggsíðum: "Blaðstjórin heldur," "Brynhildartáttur," "Blokkurin," "Skálabloggan," "Liverpool-bloggan," "Um føroyska landsliðið," "Umhvørvisbloggan," "KT-bloggan," "Bloggan hjá Janus" og so framvegis.
2. Her skrivar tú eina stutta lýsing av tínari bloggsíðu og teimum evnunum, tú tekur upp. Til dømis hevur Gunn Weihe Reinert lýst sína bloggu soleiðis: "Alt í millum himmal og jørð. Mest ímillum."
Eitt annað dømi er bloggsíðan hjá Heina Gaard, sum verður lýst soleiðis: "Bloggan um alt tað, sum annars bert ber til at skriva millum reglurnar í bløðunum."
3. Títt fulla navn, til dømis Árni Gregersen.
4. Viðheft eina mynd av tær í teldupostinum, sum tú sendur til blog@dimma.fo saman við restini av umsóknini.
5. Tín email-adressa, til dømis blog@dimma.fo
6. Tín bústaður og títt telefonnummar. Hesir upplýsingar verða ikki almennir á tínari bloggsíðu.
|