Nú er greitt, hvørji dómarapør skulu døma steypafinalurnar í hondbólti, sum vera komandi leygardag
Steypafinaluna hjá monnum skulu teir báðir Sámal Paulason og Kári Hansen døma, meðan Rúni Mohr og Ragnar Simonsen skulu døma kvinnufinaluna. Í kvinnufinaluni hittast Stjørnan og VÍF, meðan mansfinalan er ein endurtøka av finaluni frá í fjør millum Neistan og Kyndil.