Skrivað hevur: Beate L. Samuelsen Fríggjadagur 12. mars 2010, kl. 16.00, Dimma.fo
Grækarismessuhaldið í Klaksvík sunnudagin verður hildið innandura í KFUM. Skrúðgongan er strikað í ár.
Um undirtøkan á Grækarismessu í ár verður lítil og eingin, má spurningurin takast upp, hvat gerast skal, ella um tað endar við, at tiltakið, sum byrjaði fyri 58 árum síðani, dettur heilt niður fyri, sigur Heri Ellingsgaard, formaður í Klaksvíkar Hornorkestrið, ið skipar fyri Grækarismessuhaldinum í Klaksvík.