Kaj Leo Johannesen: Vakrari enn Gadaffi, men ikki so vakur sum Stoltenberg. - Mynd: Alan Brockie
Løgmaður millum 50 teir vakrastu leiðararnar
Skrivað hevur: Emil L. Jacobsen Mánadagur 8. februar 2010, kl. 13.49, Dimma.fo
Ein listi á netinum yvir heimsins vakrastu stjórnarleiðarar, kongar og drotningar hevur Kaj Leo Johannesen, løgmann, á 50. plássi
Vakrari enn Muammar Gadaffi, men ikki so vakur sum Jens Stoltenberg. Tað er niðurstøðan hjá J.D., Kate og Derek, ið standa sum ábyrgdarar av einum lista yvir heimsins vakrastu - og ljótastu - statsleiðarar. Á listanum, sum er at síggja á internetinum, eru tilsamans 217 menn og kvinnur, sum stýra heimsins londum (onkrir kongar og drotningar hava eisini sníkt seg uppá), og á einum heiðurligum 50. plássi er okkara egni løgmaður, Kaj Leo Johannesen. Løgmaður kemur beint aftaná grikska forsetan Karolos Papoulias, og beint eftir Kaj Leo Johannesen kemur taiwanski forsetin Ma Ying-jeou. Ovast á listanum og sostatt heimsins vakrasti statsleiðari - sambært teimum, sum hava gjørt listan - er ukrainski forsætisráðharrin Yulia Tymoshenko, og henni á baki kemur norski forsætismálaráðharrin Jens Stoltenberg. Aftastur á listanum er libiski obersturin og statsleiðarin Muammar Gadaffi. Allur listin kann síggjast við at trýsta á slóðina: http://hottestheadsofstate.wordpress.com/list