Jarðskjálvtin í Norðurjapan varð máldur til 6,6 á richterstiganum
Mynd: Scanpix
Títtari millum hørðu jarðskjálvtarnar
Skrivað hevur: Pól á Kletti Mánadagur 15. mars 2010, kl. 07.43, Dimma.fo
Tað er vorðið títtari millum hørðu jarðskjálvtarnar. Fyrst Haïti, síðan Chile og nú Japan. Norðurjapan er rakt av einum hørðum jarðskjálvta, máldur til 6,6 á richterstiganum. Men eingin orsøk er til stúrni, sigur jarðfrøðistovnurin í Japan
Tað er vorðið títtari millum hørðu jarðskjálvtarnar. Fyrst Haïti, síðan Chile og nú Japan. Ein harður jarðskjálvti – máldur til 6,6 á richterstiganum – rakti í gjár Norðurjapan. Í høvuðsstaðnum Tokyo verður sagt, at hús og bygningar skulvu. Men eingin fráboðan er komin um, at fólk eru deyð ella um aðrar skaðar. Jarðfrøðistovnurin í Japan upplýsir, at jarðskjálvtadepilin varð staðfestur í Kyrrahavinum – uttan fyri Fukushima í eystara parti av oynni Honshu, har Tokyo er. Tá jørðin tók at skakast, steðgaði øll ferðsla. Í støðum verður eisini sagt frá fløðandi sjógvi, men ikki stórvegis flóðaldum. Jarðfrøðistovnurin í Japan sissar fólk og sigur ongan vanda vera á ferð.