| Tíðindi frá Dimmalætting við RSS | | Til ber at melda seg til hesar kategoriir: | |
|
|
|
|
|
Hvat er RSS? RSS (Real Simple Syndication) er ein tøkni til útbreiðslu av tíðindum. Við RSS kanst tú savna tíni tíðindi eitt stað heldur enn at noyðast at leita inni á fleiri ymiskum heimasíðum. Í staðin hevur tú eitt forrit koyrandi á telduni, sum kannar, um heimasíðurnar eru dagførdar við nýggjum tilfari. Við at samanseta tína persónligu samling av RSS-feeds kanst tú lættari halda teg dagførdan við júst teimum tíðindamiðlunum tú ynskir, og eigur Dimmalætting sjálvandi at verða ein av hesum.
Hvussu verður RSS brúkt? Fyri at brúka RSS-tænastuna krevst ein RSS-lesari, sum tað finnast nógvir av. Summir eru forrit, ið skulu takast niður av netinum og innleggjast á telduna, meðan onnur kunnu koyrast í einum internetbrowsara. Summi eru ókeypis, meðan tú mást gjalda fyri onnur. Internetbrowsarin Firefox hevur ein innbygdan funktionalitet til at lesa RSS.
Tá RSS-lesarin er lagdur inn á telduna, kanst tú byrja at leggja tær RSS tænastur til, ið tú vilt hava dagføringar frá. Hetta verður vanliga gjørt við at skriva adressuna inn í RSS-forritið. Í flestu forritum kann hetta eisini gerast við einans at hála RSS-logoið við músini yvir í RSS-forritið.
Dømi um RSS-lesarar: FeedReader: RssReader: Firefox: NewsFire (Mac):
Treytir fyri nýtslu av RSS-feeds RSS-feeds eru tøk at nýta fyri einstaklingar til privata nýtslu.Tú ert vælkomin at nýta RSS-feeds hjá Dimmalætting í privatum tíðindayvirliti á tíni teldu, fartelefon ella líkn.
Dimmalætting góðtekur tó ikki uttan loyvi, at RSS-feeds verða nýtt í tíðindayvirlitum, sum eru tøk fyri onnur - t.d. um interneti - ella um tey á annan hátt verða nýtt handilsliga. Hetta er bæði galdandi, um tænastan verður stilla tøk ókeypis ella móti gjaldi. RSS-feeds kunnu sostatt heldur ikki verða nýtt av virkjum á teirra heimasíðum, intraneti, extraneti o.ø. |
|
|