Ingálvur verður verandi í flotanum til 2019

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Ingálvur verður verandi í flotanum til 2019

2017-07-25 19:31 Author image
Leif Láadal

"Ingálvur", sum er Airbus A319 flogfarið, ið Atlantic Airways langtíðarleigar frá írsku fyritøkuni SMBC, verður verandi í flotanum hjá flogfelagnum.

Ætlanin var annars, at flogfarið eftir summarfrítíðina skuldi latast SMBC aftur, og ístaðin skuldi Atlantic Airways leiga eitt annað flogfar frá Air Castle, ið somuleiðis heldur til í Írlandi, men hetta verður av ongum. Orsøkin er, at leigufelagið megnar ikki at gera flogfarið klárt til tíðina, upplýsir Atlantic Airways í skrivi sent miðlunum.

"Ingálvur" hevur verið partur av flog-flotanum hjá Atlantic Airways síðani 2014, og verður - nú leiguavtalan er longd - væntandi í felagnum til mars 2019. Hann er av sama slagi sum "Elinborg", ið flogfelagið sjálvt eigur. Atlantic Airways eigur eisini "William", ið er nýggja A320 flogfarið, sum kom í flotan um ársskiftið.

 - Fyri at tryggja trý flogfør í flotanum, hava vit valt at leingja avtaluna við SMBC í hálvt annað ár. Hetta gevur okkum samstundis tíð til at umhugsa, hvussu framtíðar flotin hjá Atlantic Airways skal síggja út, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways í fráboðanini.

placeholder

Meira langlesnaður