Innflutningurin av byggitilfari minkaður

Savnsmynd

Innflutningurin av byggitilfari minkaður

2017-08-23 08:17 Author image
Leif Láadal

Fyrstu seks mánaðirnar í ár minkaði innflutningurin av tí, sum Hagstova Føroyar bólkar sum "Tilfar til byggivinnu" við 33 milliónum krónum sammett við fyrra hálvár í fjør. Frá januar til og við juni innfluttu føroyingar fyri 291 milliónir krónur í byggitilfari. Fyrra hálvár í fjør var innflutningurin 325 milliónir krónur. Tað svarar til eina minking upp á 10 prosent.

- Tað kann viðmerkjast at innflutningurin av hesum vørum var óvanliga høgur í fjør, so hóast tað minkar í ár, er framvegis talan um, at innflutningurin av byggitilfari og maskinum og amboðum er høgur, samanborið við árini frammanundan, sigur Hagstova Føroya.

placeholder

Meira langlesnaður