Innflutningurin vaks 600 mió. kr.

Savnsmynd

Innflutningurin vaks 600 mió. kr.

2017-11-18 13:53 Author image
Leif Láadal

Vit hava innflutt fyri 13% meira fyrstu tríggjar ársfjórðingarnar í ár samanborið við í fjør. Tað er 600 mió. kr. meir enn sama tíðarskeið í fjør, upplýsir Hagstova Føroya.

Innflutt er munandi meira av akførum. Har er vøksturin 24% ella 74 mió. kr.

Til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er vøksturin 7%. Har er tað serliga tær hálvdrúgvu og drúgvu nýtsluvørurnar (m.a. innbúgv og búnýti), sum vit hava keypt meiri av, meðan vøksturin av mat- og drekkivørum er 5%.

Vit hava brúkt 42% meir uppá brennievni samanborið við í fjør, og er tað serliga oljuprísurin, sum er orsøkin til tað. Samlaða nøgdin av brennievni er vaksin 14%.


Kelda og lesið meira HER

 

 

Meira langlesnaður