IS tekur ábyrgd av bumbuni í Týsklandi

2016-07-25 21:10 Author image
Jákup Højgaard

Islamskur Statur hevur tikið ábyrgd av sjálvmorðsbumbuni í týska býnum Ansbach. 

Álopið hendi uttanfyri eina vínbarr í suðurtýsklandi sunnukvøldið, tá ein 27 ára gamal sýri sprongdi seg eftir, at hann varð noktaður inn á ein tónleikafestival. Brotsmaðurin doyði og fimtan fólk vóru særd. 

Reuters skrivar, at sambært tíðindaskrivstovuni Amaq, sum er málgagn hjá Islamska Stati, var álopið framt eftir at felgaskapurin hevur mælt teirra ‘hermonnum’ til at leypa á londini, ið eru í parti við USA í Sýria og Irak.

Løgreglan fann í dag filmsupptøkur á telefonini hjá 27 ára gamla sýranum, har hann sigur seg verða trúgvan í móti IS leiðaranum Abu Bakr al-Baghdad. Enn er tó eingin beinleiðis samband funnið til nakran yvirgangsbólk, sambært løgregluni sum kannar málið.

les um álopið her

Kelda: Reuters

Meira langlesnaður