Isaksen ummælir: Rock'n'roll slær alt

Isaksen ummælir: Rock'n'roll slær alt

2017-08-15 15:46 Author image
Jógvan Isaksen

Søgurnar í Heimurin hjá Andy eru skemt av tí gamla slagnum, og um somu tíð eru tær heilt modernaðar.

Fyri mín part hevur tað leingi verið saknur í føroyskum skemtisøgum av tí gamla slagnum. Kanska var tað, tí at tær vóru gjørdar at lesa upp á ungmannafelagsfundum og líknandi umhvørvum, at tær hvurvu saman við hesum. Søgurnar vóru stak munnligar, og M.A. Winther - hann við Ein skúladagur í K. og Orrustan í Klandurskoti - segði sínar søgur fyri Peturi Alberg, sum skrivaði tær niður so hvørt. Seinni trein bygdarmaðurin hjá M.A. Winther, Mourits Mohr, inn á pallin við søgunum um Læars og Anni-Lenu, ið vóru prentaðar í Følv árini 1943-55. Heðin Brú - enn ein av Sandoynni - og Martin Joensen hava eisini skrivað skemtisøgur innan somu siðvenju. Somuleiðis Jens Pauli Heinesen við sínum Rekamanni, ið kortini er eitt sindur øðrvísi.

Annars hevur tað verið langt ímillum, at nakar hevur roynt seg innan hesa hevd. Tað løgna er, at hevdin er til enn, at tað munnu vera fá fólk, sum dáma so væl at hoyra eina væl sagda søgu sum føroyingar. Men í mong ár er lítið og lætt komið á prent av hesum søguslagi.

Tað hevur klaksvíkingurin Andras Sólstein sett sær fyri at broyta við savninum Heimurin hjá Andy við undirtitlinum, bara nevndur á permuni: Nostalgisk minnisbrot og hugleiðingar. Søgurnar taka aftur um sjálvironiska endan frá Læarsi og Anni-Lenu, men eru um somu tíð fullkomiliga modernaðar og í tráð við nútímans stand-up.

Høvuðspersónurin Andy er í fjørutunum og tí mitt ímillum ungdómsárini og ta hóttandi ellina. Hann hevur ikki gloymt, hvussu tað var at spæla í orkestri, fara í býin eftir konufólki og at drekka seg skít saman við vinmonnunum. Tann tíðin var á tremur av lívi og dregur enn, men Andy er giftur við "henni sjálvari", og tað eru tvey børn í húsinum. Umstøðurnar eru sostatt ikki, sum tær einaferð vóru, men Andy roynir at seta á tjóðrið. Úr hesum standast nógvar skemtiligar hendingar.

Tá ið konan er farin í kvinnuball, sum hann konsekvent kallar gelluball, og han gleðir seg til whisky, sigar og eina krimi, men lítli kemur upp á tvørs. Ella tá ið hann og vinmenninir hittast í Whiskysamkomuni Norðmalt, har bara menniskir við y-kromosomum kunna gerast limir. Ella tá ið hann aftur ætlar sær at vera saman við vinmonnunum, men konan ger vart við, at tað er teirra brudleypsdagur. Í staðin noyðist hann saman við henni til Havnar at ganga í handlar, og hann er um at keða seg út av nálini. Tilveran fyrr og nú verður samanfata í orðunum: "Vit, sum fyrr nýttu frítíðina at lurta eftir og spæla rock, men sum í dag fáa tíðina at ganga við at sláa grasplenu, leggja flísar og standa einsamallir á trappuni og roykja".

Eg havi lisið tær nítjan søgurnar um Andy at kalla út í eitt, og tað er ikki víst, at tað skal viðmælast. Frægari er helst at njóta tær eina og eina, ella um tú ikki fært hildið tær, einar tvær ella tríggjar í senn. Í passaligum nøgdum líkasum við við góðum whisky.

Søgurnar eru stuttligar og somuleiðis javnan sorgblíðar, sjálvt hjá einum, sum er gott tíggju ár eldri enn høvundurin. Eg haldi, at onkursvegna fara at kalla allir menn at kenna seg aftur í hesum søgum. Á tí innara sjónvarpsskíggjanum fara teir at síggja yngri ár við balling og trolan eftir konufólki. Fara kanska at kenna sum í teimum fyrstu reglunum í stuttsøguni Duruta eftir Hans A. Djurhuus: "Tað er undarligt at ganga á grasgrónum gøtum fram við gomul burturgloymd hús. Sjáldsamar kenslur takast í sálini; tú gerst veikur um hjartað og fært hug at gráta". Akkurát tey seinastu orðini eru ivaleyst at gera ov nógv av, men restin haldi eg passar bara heilt væl.

Andras Sólstein dugir væl at gera bæði skemtiligar, beinraknar og hugfangandi smásøgur. Lesarin kann so saman við frásøgumanninum ugga seg við, at "rock'n'roll slær alt" og fáa sær ein single malt upp í nevið. Tað blívur mann so ongantíð ov gamal til.


Andras Sólstein: Heimurin hjá Andy. Sprotin gav út. 153 bls.

placeholder

Meira langlesnaður