ÍSF vil verja børnini – men ivast í barnaváttanum

ÍSF vil verja børnini – men ivast í barnaváttanum

2017-10-27 15:54 Author image
Georg L. Petersen

ÍSF er farið undir eina kunningarherferð, sum skal fyribyrgja kynsligum ágangi í ítróttarfeløgum. Hetta hendir í samstarvi við Dansk Idrætsforbund, sum leggur stóran dent á barnaváttanir – men tær kunnu føroysku ítróttarfeløgini ikki semjast um er eitt gott hugskot

– Nevndin er samd um, at um ein lóg kemur, ið krevur barnaváttanir, so gongur ÍSF undir kravið og fer ikki at arbeiða ímóti tí. Men feløgini eru ikki samd um, at tað er eitt gott hugskot at krevja barnaváttanir, sum kunnu geva eina falska trygd. Afturat hesum eru fleiri feløg bangin fyri, at tað kann hava nógva eyka umsiting við sær, sum feløgini ikki hava orku til.

Tað sigur Jarvin Feilberg Hansen, ráðgevi í ÍSF, sum júst er farið undir eitt átak at forða fyri kynsligum ágangi á børn og ung í itróttini. Ein partur av átakinum er faldarin “Tann óhoyrdi ágangurin”, sum upprunaliga er orðaður av Dansk Idrætsforbund undir heitinum “Det uhørte overgreb”, sum so er umsettur til føroyskt.

Faldarin, sum er brúktur sum útgangsstøði, stavar upprunaliga frá 2010, og hevur lagt lunnar undir fyribyrgjandi arbeiðnum í Danmark innan ítrótt. Men danir hava nógv fleiri amboð enn føroyingar í hesum arbeiði - millum annað barnaváttanir, sum føroysku ítróttarfeløgini ikki kunnu semjast um er eitt gott amboð.

Lesið meira HER

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður